Innbjóðing til barnaverkætlanardagin 2026 í Vági
Í meira enn eitt ár hevur Vágs Kommuna verið í gongd við barnaverkætlanina. Hetta er ein royndaverkætlan saman við Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, og avsett eru trý ár. Hóast eitt ár ljóðar stutt, so hevur arbeitt verið skjótt – upp á tvørs av myndugleikum og kommunalum tænastum við einum endamáli: tað skal vera gott at vera barn og foreldur í Vágs kommunu.
Nú ynskja vit at bjóða myndugleikum, almennum stovnum og tænastum, fakfólki og áhugaðum til ein dag í Vági, har greitt verður frá royndunum. Endamálið við degnum er at geva tykkum innlit í okkara arbeiði, hvørjar royndirnar hava verið, og hvussu tú ella títt arbeiðspláss kunnu viðvirka til barnaverkætlanina.
Barnaverkætlanardagurin er 3. juni klokkan 11.30 í ítróttarannlegginum hjá Vágs Kommunu á Eiðinum. Á skránni verður ábit, framløgur, rundborðssamrøður og sparring.
Til tey, sum koma norðanfjørðs: Smyril siglur úr Havn kl. 8.45 og av Krambatanga kl. 18.45. Til ber at bíleggja pláss við Smyrli her (leinki til SSL).
Hevur tú hug at luttaka? Barnaverkætlanardagurin er ókeypis! Tó ynskja vit, at tú gert tvey ting:
Freistin at tilmeldað seg til dagin er 29. mai 2026.
Ynskir tú at vita meira? Vend teg til Magnus Pauli West, trivnaðarleiðara, magnus@vagur.fo – 239392, og Sunrid H. Olsen, netverkssamskipara, sunrid@vagur.fo – 239335.
Vælkomin á barnaverkætlanardagin, har vit geva innlit í royndir og framgongd á barna- og ungdómsøkinum hjá Vágs Kommunu.