Keypstreytir




Keypstreytir



Gjald

Gjaldast kann við hesum gjaldskortum: Dankort, Visa-Dankort, Visa, Mastercard, JCB og V Pay.


Prísur
Allir prísur eru í donskum krónum (DKK).


Vøruavgreiðsla
Slóð til bilettirnar vera sendar í t-posti til kundan. Kundin kan eisini útskiva bilettuna eftir at keypi eg gjøgnumført.


Iðranarrættur
Ongin iðrannarrættur er uppá keyp av atgongumerkjum. Vísandi til "Forbugeraftaleloven § 17 stk. 2 jf. § 9 stk. 2 nr. 2a" er keyp av atgongumerkjum ikki umfatað av iðranarrætti."

Avgreiðslugjøld og onnur møgulig ómaksgjøld verða ikki endurrindað.


Avgreiðslugjald
Eitt avgreiðslugjald verður kravt fyri hvørt bílagt atgongumerki.  


Fyriskipari
Billett.fo er ikki fyriskipari, men er ein tekniskur veitari í samband við netsølu av atgongumerkjum.


Misbrúk av tænastu

Billett.fo kann til eina og hvørja tíð nokta fyriskipara at brúka hesa tænastu til sølu av atgongumerkjum, 
um billett.fo metir, at fyriskipari misbrúkar tænastuna.


Ábyrgd
Alt brúk av Billett.fo er eftir ábyrgd hjá brúkaranum.

Billett.fo tekur onga ábyrgd fyri tiltøk v.m., sum kundin hevur keypt atgongumerki til umvegis Billett.fo, tað veri seg innihaldið í tiltakinum, hvørt tiltakið er lógligt, um tiltakið verður avlýst v.m. 


Billett.fo kann tí ikki ábyrgdast fyri tap – hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Billett.fo kann heldur ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av egnum gerðum hjá kundanum.

Billett.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá Billett.fo ella force majeure, so sum verkfall ella lockout. 


Billett.fo ansar eftir og hevur eftirlit við øllum upplýsingum, sum verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Billett.fo, men Billett.fo kann ikki ábyrgdast fyri manglar av nøkrum slag, her undir fíggjarligt tap.

Billett.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap orsakað av tiltøkum hjá kundanum ella tap orsakað av vantandi atgongd til tænastur hjá Billett.fo. 


Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av at halda seg kunnugan við, hvørjar treytir til hvørja tíð eru galdandi.


Endurgjald
Øll møgulig endurgjaldskrøv fyri tiltøk skulu beinast beinleiðis til ábyrdarhavandi fyriskiparan av tiltakinum.

Verða tiltøk avlýst í samband við gjaldstrot hjá fyriskiparanum, endurskipan av felagnum, flyting av tiltakinum ella onnur brek, er hetta óviðkomandi fyri billett.fo, tí skulu endurgjaldskrøv beinast til fyriskiparan/trotabúgvið.



Trygd
Tað er trygt at keypa á billet.fo. Tá goldið verður við gjaldskorti er sambandi við bankan í bronglaðum formi.


Fyrivarni
Vit taka fyrivarni um prísurin hækkar, somuleiðis við meirvirðisgjaldi og øðrum gjøldum.
Eisini verður fyrivarni tikið, um villa er í tekstinum ella brek eru á myndini.


Skrásetingarpolitikkur
Billett.fo verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Keypir tú vøru umvegis teldu, nýta vit bert upplýsingar frá tær til at avgreiða tína bílegging.
Vit selja ikki persónligar upplýsingar til triðja part.


Cookies/Kennifílur
Tað er ein tøknilig fyritreyt fyri at keypa umvegis telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt "cookie". Í hesum verða goymdar upplýsingar um tað keyp, sum tú ert farin í holt við. Tá ið tú fert av internetinum, hvørva upplýsingarnar av tíni teldu.


Javascript
Javascript í browsaranum kann ikki verða sløkt, um tú skalt keypa á Billett.fo


Hvør umsitur Billett.fo
Sp/f Appnet
Tlf:898048
T-post:appnet@appnet.fo
Gjørðabrekka 4
FO 950-Porkeri
V-tal: 595217