Verkstova hjá Vesturgarði - Frá Ull til tógv

2. mai 2026

Verkstova hjá Vesturgarði - Frá Ull til tógv

205,00 kr

Fyriskipari

  • Visit Suðuroy – Vágur
  • 239390
  • info@vagur.fo

✨ Verkstova við Vesturgarði ✨

Hevur tú hug at royna nakað skapandi og hugnaligt? 🧶

Kom forbí og fá eitt spennandi innlit í, hvussu ull verður karað og spunnin – frá ráari ull til vakurt, serligt tógv. Vesturgarður arbeiðir við síni egnu ull og skapar nakað heilt serligt úr henni 💛

Á verkstovuni fært tú møguleikan at royna teg sjálva/n sjálvan:
👉 Nálatøva eitt vakurt hjarta úr ull, sum tú kanst taka við heim sum prýði
☕ Drekkamunnur og okkurt gott afturvið

📍 Hvar: Á havnalagnum í Vági (beint uttanfyri Tangavirkið)
🕒 Tíð: Leygardagin 2. mai frá kl. 15:00 – 17:00
💰 Kostnaður: 195 kr. (umframt 10 kr. í avgreiðslugjaldi)

Tak vinfólkini við og kom og uppliv eina hugnaliga løtu við hondarbeiði og góðum stemningi. Avmarkað pláss, atgongumerki kann keypast her: leinki til billet.fo

 

Um Vesturgarð:

Barbara Vestgaard og Marita Vestergaard í Lágabø eru kvinnurnar handan Vesturgarð – ein lokal, lítil fyritøka, ið er serkøn í sniðgeving og binding av føroyskum pløggum við einum nútímans dámi. Á Vesturgarði verður alt gjørt frá  grundini av – hondkarðað og hondspunnið føroysk tógv - til at binda og skapa vøkur, serstøk pløgg við hond. Á Vesturgarði kanst tú uppliva veruliga “slow fashion”, har dentur verður lagdur á burðardygd og gott handverk, og har tvey pløgg ikki eru eins.