Gongutúrur eftir gomlu bygdargøtuni frá Fámjin til Vágs

Gongutúrur eftir gomlu bygdargøtuni frá Fámjin til Vágs

22.07.2023 11:00

  • juli
  • 22
205,00 kr
Útselt


Leygardagin 22. juli verður ein gongtúrur eftir gomlu bygdargøtuni frá Fámjin til Vágs. Ferðaleiðari á túrinum er Jens Petur Brattalíð, sum kemur at greiða frá um áhugaverdu støðini, sum gingið verður framvið.

Túrurin byrjar í Fámjin. Bussur fer frá Miðlatúni í Vági klokkan 11.00. Um fólk koyra sjálvi, so kunnu tey møta við kirkjuna í Fámjin klokkan 11.45. Kostnaðurin fyri túrin er kr. 195.

Hetta er ein miðal til tungur at ganga. Tað er eitt sindur bratt at koma niðan í Reyða Bakka, restina av túrinum er lendi gott at ganga í. Útsýnið á veg til Vágs er avbera vakurt og gingið verður framvið vøtnunum í Ryskjudali. Omanfyri vøtnini eru vøkru fjallatopparnir Borgin og Borgaraknappur og eisini Glopprókin. Túrurin tekur umleið 3 tímar. Les meira um túrin her: Hiking - Hiking (whatson.fo)

Túrurin er eisini lýstur í nýggja faldarinum Hiking in the Faroe Islands, sum Visit Faroe Islands gevur út. Har ber til at fáa íblástur til fleiri gongutúrar eftir bygdagøtum í Føroyum.

Fyrivarni verður tikið um veðrið ikki er tilvildar.

Spurningar kunnu stílast til Miðlatún telefon 239390 ella info@vagur.fo.

Fyriskipari

Visit Suðuroy – Vágur

239390

info@vagur.fo