Útselt
Visit Suðuroy skipar fyri gongutúrið frá Sandvík eftir bygdagøtunum til Akraberg. Við á túrinum er staðkendur ferðaleiðari. Túrurin er mettur at taka 12 tímar og er 42 km til longdar.
Leygardagin 3. juni 2023 verður skipað fyri árliga gongutúrinum Suðuroy: Úr norði í suður. Gingið verður framvið nógvum náttúruperlum og søguligum støðum og nógv annað er við í túrinum. Nevnast kann:
- Á veg út í Nes verður komið framvið Turkagrøvinum.
- Farið verður niðan gjøgnum Káragjógv. Okur rinda møðina, tá okur eru komin niðaná og njóta avbera flotta útsýnið útyvir Hvalba og Nes.
- Matarsteðgur verður í vøkru og hugnaligu plantaguni í Trongisvági.
- Frá plantasjuni verður fari eftir gomlu Fámjinsgøtuni, har gingið verður niðan gjøgnum Hvamhaga í Trongisvági. Gingið verður upp í Oyrnaskarð og víðari til Valdaskarð. Við Valdaskarð er útsýnið yvir Kirkjuvatn og sunnastu húsini í Fámjin. Ein vøkur sjón, har man sær basaltsoylurnar og vøkru líðina oman móti Kirkjuvatni.
- Í Fámjin verður ein drekkamunnur.
- Frá Fámjin verður gingið suður gjøgnum Reyðabakka. Í Reyðabakka er útsýnið frálíkt yvir vestursíðuna av Suðuroynni. Frá Reyðabakka gongur gøtan eysturyvir og komið verður omanvert Gásadalsgjógv, sum er markið millum Fámjin og Vág. Síðan gongur leiðin eystur móti Ryskidali, har útsýnið er yvir vøtnini, Tindalíð og Borgarknapp við sínum 574 metrum.
- Komin til Vágs fæst ein matpakki við føroyskum viðskera. Gingið verður so eftir varðagøtuni frá Vági og til Akraberg. Útsýnið yvir vestursíðuna á Suðuroy og Beinisvørð er einastandi flott á túrinum.
- Komin til Akraberg tíðliga á kvøldi, fer bussur til Vágs, har steðgað verður í Páls Høll, har gongufólkið kann njóta eina løtu í hylunum og hitapottunum og fáa skift klæðir.
- Aftaná verður ein betri biti fáa.
Túrurin kann verða strævin at ganga – gingið verður yvir dalar og fjøll, har hægst verður gingið er hæddin 400 m. Túrurin er eitt satt upplivilsi, ið av sonnum kann sigast at verða verdur at uppliva.
Praktisk kunning
- Verð væl og lætt ílatin. Væl skødd, best eru góðir fjallaskógvar, og helst ikki hava meira enn seg sjálvan at bera (ikki tungar ryggsekkir).
- Bussur koyrur úr Vági kl 6.30 og steðgar eftir tørvi í øðrum bygdum á veg norður til Sandvíkar.
- Á gongutúrinum verða nakrir steðgir, har man fær vatn og okkurt gott afturvið, áðrenn leiðin heldur fram.
- Túrurin er avbjóðandi og er ikki hóskandi fyri børn. Væntast kann, at tað er bratt og heldur torført í støðum.
- Ferðaleiðari á túrinum verður Jens Petur Brattalíð, sum er staðkendur og veit nógv at siga um ymisku støðini, sum gingið verður framvið.
-
Kostnaður er kr. 1.599,- íroknað mat og drekka. Tað er avmarkað nøgd og billettir kunnu keypast her: billett.fo. Tilmelding er bindandi og møguleiki er at seta seg á bíðilista, um so er, at túrurin verður útseldur. Skriva til info@vagur.fo.