Orkukvøld 2023 22. November kl. 19:00
Eftir ein longri steðg eru vit enduliga klár við einum nýggjum Orkukvøldi.
Hesaferð verður dentur lagdur á veruligar royndir, bæði í samband við nýbygging og umvæling. Hvussu støðan er í dag? Hvat er gjørt? Og hvat hevur man lært? Eru spurningar, sum verða svaraðir, soleiðis at tú ert betri útgjørdur, tá ið tú skalt í gongd við at byggja ella umvæla.
Harafturat fara vit at hoyra um hvørji atlit skullu takast, tá ið bygt verður og hvønn týdning tað hevur, at hava stýr á bjálving av bygningum, byggja tætt og stýrdum luftskifti.
Hvønn týdning hevur hetta so fyri grøna orkuskifti á landið?
Vit geva okkara boð uppá, hvussu vit, við okkara bygningum, kunnu verða við til at lætta um grøna orkuskifti.
Skrá
Kl. 19.00 – 19.10 (5 min)
Vælkomin
- Jón Kragesteen, Varðaskúlastjóri .
Kl. 19.10 – 19.20
1) Orka!
- Magnus Thomsen, Entreprenør.
Kl. 19.20 – 19.30
2) Føroyska Veðurlagi.
- Andrias Klein Gregoriussen, Veðurfrøðingur.
Kl. 19.30 – 19.50
3) Skynsom bygging.
- Anna Katrina Vestureið Thomsen, Orkuverkfrøðingur.
Kl.19.50 – 20.00
4) Hvat kostar tættleikin?
- Ragnar Mouritsen, Verkfrøðingur.
Kl. 20.00 – 20.20
Steðgur
- Møguleiki fyri góðum práti og kaffi fæst til keyps.
Kl. 20.20 – 20.30
5) Simme Musikhús, hvussu er støðan í dag?
- Petur Magnus Bjarnastein, Snikkari.
Kl. 20.30 – 20.40
6) Frá oljufýr til hitapumpu
- Jens Aksel Vestureið Thomsen
Kl. 20.40 – 20.50
7) Indkøring af varmepumpe i ældre hus.
- Søren Antoft, Kemiverkfrøðingur
Kl. 20.50 – 21.00
8) Gomul hús í nýggjum hami
- Jan Rasmussen, Lækni
21.00 og úteftir.
Takka fyri.
Avsluttandi prát og spurningar verða svaraðir.
Í Steðgunum er lagt upp til prát, kjak og møguleiki verður at seta fyrilestrahaldarum spurningar.
Orðstýrari: Martin Andreas Krus
Jens Aksel Vestureið Thomsen
581281
Jens-gx701@outlook.com