Olympisk vektlyfting - 2. Steypakapping

24 dagar eftir til tilmeldingarfreist
ÍTRÓTTUR

19 december 2026

Staður: Tvørmegi - Tórshavn

Olympisk vektlyfting - 2. Steypakapping

210,00 kr

Fyriskipari

  • Føroya styrkisamband
  • Niels Áki Mørk
  • 223336
  • fss@fss.fo
  • fss.fo

2. steypakapping í vektlyfting

19. desember 2026 í Tvørmegi í Tórshavn

Leygardagin 19. desember verður 2. steypakapping í vektlyfting í Tvørmegi í Tórshavn. Styrkifelagið Stoyt skipar fyri kappingini undir Føroya Styrkisambandi.

Fyri at luttaka skal íðkarin vera limur í einum felagi undir Føroya Styrkisambandi og hava galdandi kappingarloyvi.

Kappingin

Kappast verður í teimum báðum olympisku lyftunum, trekk og vend & stoyt, og úrslitini verða roknað eftir nýggju stigaskipanini hjá IWF, GAMX.

Tvær kappingar verða á skránni: ein opin kapping og ein ungdómskapping.

Opin kapping – GAMX

Opna kappingin er fyri allar íðkarar, sum lúka treytirnar fyri luttøku. Kappast verður eftir GAMX-stigaskipanini, sum ger tað møguligt at samanbera avrik tvørtur um kropsvekt.

Ungdómskapping – GAMX Youth

Ungdómskappingin er fyri íðkarar, sum eru føddir í 2007 ella seinni.

Kappast verður eftir GAMX Youth, har stigini taka hædd fyri aldri, kropsvekt og lyftari vekt.

Steypakappingin

Kappingin í Tórshavn er tann næsta í røðini av steypakappingum í vektlyfting.

Vinnarin av 2. steypakapping fær 7 stig við sær í samlaðu støðuna, nr. 2 fær 6 stig, og síðani verða stigini latin niður eftir plaseringunum.

Steypakappingarnar halda fram fram ímóti FM 2027, har samlaði vinnarin av steypakappingini verður funnin.

Tíðarskrá

Leygardagur 19. desember 2026

  • Kl. 11:00: Innviging

  • Kl. 13:00: Kappingarbyrjan

Tilmelding

Tilmeldingarfreistin er mikudagin 16. desember 2026 kl. 23:59.

Meira kunning um kappingargongd verður kunngjørd í næstum.