Vikuskiftið 6. og 7. mai 2022 verður aftur Dansibandsfestivalur í Vági. Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld.
Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.
Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld – og á skránni verður eisini syngið við kvøld, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og ikki minst um hugna.
Á pallin fara bæði útlendsk og føroysk dansibandsorkestur – og gleða okur okkum at taka ímóti tykkum á Dansibandsfestivalinum fyrsta vikuskiftið í mai.
Høvuðsnavn
Eitt av kendastu norsku dansibandsorkestrunum – Ingemars – verður eitt av høvuðsnøvnunum á Dansibandsfestivalinum í 2022.
Dansibandsfestivalur í Vági
Dennis Holm
dholm@olivant.fo
https://dansibandsfestivalur.fo