Suðuroy úr norði í suður

Suðuroy úr norði í suður

18.06.2022 07:00

  • juni
  • 18
1.429,00 kr
Útselt


Suðuroy úr norði í suður

-gongutúrur eftir gomlu bygdagøtunum leygardagin 18. Juni

Ein gongutúrur eftir bygdagøtunum frá Sandvík til Akraberg við ferðaleiðara. Túrurin er mettur at taka 12 tímar og er 42 km til longdar. Bussur koyrur úr Vági kl 6.30 og steðgar eftir tørvi í øðrum bygdum á veg norður til Sandvíkar.

Á gongutúrinum verða nakrir steðgir, har man fær vatn og okkurt gott afturvið, áðrenn leiðin heldur fram. Gingið verður framvið nógvum náttúruperlum og søguligum støðum. Á veg út í Nes verður komið framvið Turkagrøvinum. Fari verður niðan gjøgnum Káragjógv. Okur rinda møðina, tá okur eru komin niðaná og njóta avbera flotta útsýnið útyvir Hvalba og Nes. Matarsteðgur verður í vøkru og hugnaligu plantaguni í Trongisvági. Frá plantasjuni verður fari eftir gomlu Fámjinsgøtuni, har gingið verður niðan gjøgnum Hvammhaga í Trongisvági. Gingið verður upp í Oyrnaskarð og víðari til Valdaskarð. Við  Valdaskarð er útsýni yvir Kirkjuvatn og sunnastu húsini í Fámjin. Ein vøkur sjón, har man sær basaltsoylurnar og vøkru líðina oman móti Kirkjuvatni. Í Fámjin verður ein drekkamunnur.

Frá Fámjin verður gingið suður gjøgnum Reyðabakka. Í Reyðabakka er útsýnið frálíkt, yvir vestursíðuna av Suðuroynni. Frá Reyðabakka gongur gøtan eysturyvir og komi verður omanvert Gásadalsgjógv, sum er markið millum Fámjin og Vág. Síðan gongur leiðin eystur móti Ryskidali, har útsýnið er yvir vøtnini, Tindalíð og Borgarknapp við sínum 574 metrum. Komin til Vágur fæst ein matpakki við føroyskum viðskera. Gingið verður so eftir varðagøtuni frá Vági og til Akraberg. Útsýnið yvir vestursíðuna á Suðuroy og Beinisvørð er einastandi flott á túrinum.

Komin til Akraberg tíðliga á kvøldið, fer bussur til Vágs, har steðga verður á í Pálshøll, har gongufólkið kann njóta eina løtu í hylinum og hitapottunum og fáa skift klæðir. Aftaná verður ein betri biti fáa.

Túrurin er avbjóðandi og er ikki hóskandi fyri børn. Væntast kann at tað er bratt og heldur torført í støðum.

Kostnaður er kr. 1.399,- íroknað mat og drekka.

 

Ferðaleiðari á túrinum verður Jens Petur Brattalíð, sum er staðkendur og veit nógv at fortelja um ymsu støðini, sum gingið verður framvið.

Avmarkað nøgd.

Bindandi tilmelding og møguleiki er at seta seg á bíðilista, um so er at túrurin verður útseldur. Skriva til info@vagur.fo.

 

Vert at vita: Verð væl og lætt ílatin. Væl skødd, best er góðir fjallaskógvar, og helst ikki hava meira enn seg sjálvan at bera (ikki tungar ryggsekkir). Túrurin kann verða strævin at ganga – gingið verður yvir dalar og fjøll, har hægst verður gingið, er hæddin 400 m. Túrurin er eitt satt upplivilsi, ið av sonnum kann sigast at verða verdur at uppliva.

Fyriskipari

Visit Suðuroy – Vágur

239390

info@vagur.fo