Login

Keypstreytir




Keypstreytir


Gjald
Gjaldast kann við hesum gjaldskortum: Dankort, Visa og Visa-Dankort.


Fyri vørur latnar í Føroyum verður MVG gjald kravt.

Vøruavgreiðsla
Vøran verður send til kundan við Posta.
Er talan um bilettsølu, verða bilettirnar sendar í t-posti til kundan. Kundin kan eisini útskiva bilettuna eftir at keypi eg gjøgnumført.
Vøra verður send út tríggjar dagar um vikuna; mánadag, mikudag og fríggjadag.
Avgreiðslutíð fyri vøru er 2-4 gerandisdagar, um vøran er á goymslu.


Postgjald
Postgjald verður lagt afturat prísinum.

Vørubrek
Um tú hevur fingið aðra vøru enn tú bað um, um tú hevur fingið meiri ella minni av vøruni enn tú bað um, ella um vøran ikki er sum hon skal verða, vinarliga set teg í samband við okkum

Iðranarrættur
Ongin iðrannarrættur er uppá tiltøk. Víst verður til keypslógina fyri aðrar vørur enn atgongumerkir.

Ábyrgd
Alt brúk av Billett.fo er eftir ábyrgd hjá brúkaranum. Billett.fo tekur onga ábyrgd fyri tiltøk v.m., sum kundin hevur keypt atgongumerki til umvegis Billett.fo, tað veri seg innihaldið í tiltakinum, hvørt tiltakið er lógligt, um tiltakið verður avlýst v.m. 
Billett.fo kann tí ikki ábyrgdast fyri tap – hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis. Billett.fo kann heldur ikki ábyrgdast fyri brot ella onnur mál, sum íkoma orsakað av egnum gerðum hjá kundanum. Billett.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap ella onnur viðurskifti, sum íkoma orsakað av vantandi atgongd til tænastur ella upplýsingar á internetinum. Hetta er galdandi, líka mikið um vantandi atgongdin er íkomin orsakað av, at skipanir eru niðri, øðrum umstøðum hjá Billett.fo ella force majeure, so sum verkfall ella lockout. 
Billett.fo ansar eftir og hevur eftirlit við øllum upplýsingum, sum verða almannakunngjørdar á heimasíðuni hjá Billett.fo, men Billett.fo kann ikki ábyrgdast fyri manglar av nøkrum slag, her undir fíggjarligt tap. Billett.fo kann ikki ábyrgdast fyri tap orsakað av tiltøkum hjá kundanum ella tap orsakað av vantandi atgongd til tænastur hjá Billett.fo. 
Krevur kundin endurgjald frá Billett.fo, er óbeinleiðis tap, avleiðingar, vantandi vinningur, mist inntøka ella annað fíggjarligt tap ikki íroknað, her undir tap av dátum, skaða á lutir ella krav frá triðja parti. Eitthvørt brot á hesar treytir, sum hevur við sær eyka kostnað, verður kravt aftur frá kundanum. 
Kundin hevur sjálvur ábyrgdina av at halda seg kunnugan við, hvørjar treytir til hvørja tíð eru galdandi.

Trygd
Tað er trygt at keypa á billet.fo. Tá goldið verður við gjaldskorti er sambandi við bankan í bronglaðum formi.

Fyrivarni
Vit taka fyrivarni um prísurin hækkar, somuleiðis við meirvirðisgjaldi og øðrum gjøldum.
Eisini verður fyrivarni tikið, um villa er í tekstinum ella brek eru á myndini.

Skrásetingarpolitikkur
Billett.fo verjir persónligar upplýsingar, sum vit fáa frá tær. Keypir tú vøru umvegis teldu, nýta vit bert upplýsingar frá tær til at avgreiða tína bílegging.
Vit selja ikki persónligar upplýsingar til triðja part.

Cookies
Tað er ein tøknilig fyritreyt fyri at keypa umvegis telduna, at ávísar upplýsingar verða goymdar á tíni teldu. Hetta verður nevnt "cookie". Í hesum verða goymdar upplýsingar um tað keyp, sum tú ert farin í holt við. Tá ið tú fert av internetinum, hvørva upplýsingarnar av tíni teldu.

Javascript
Javascript í browsaranum kann ikki verða sløkt, um tú skalt keypa á Billett.fo