Dansibandsfestivalurin 2021

Dansibandsfestivalurin 2021

Í Vági í døgunum 30. apríl og 1. mai

  • april
  • 30

Vikuskiftispass til Dansibandsfestivalin 2021

Vikuskiftið 30. apríl og 1. mai verður Dansibandsfestivalur í Vági.

Dansibandsfestivalurin bjóðar øllum dansi-áhugaðum føroyingum til Vágs til dans fríggjakvøld og leygarkvøld. Bjóðað verður til góðan dansibands-tónleik, sum verður kryddaður við góðum mati, góðum undirhaldi og hugna – og ikki minst við stórum gestablídni.
Skráin fevnir millum annað um tvey framúr dansikvøld, syngið við kvøld, brunsj, grillkvøld, dansibandsgudstænastu, gongutúr í stórslignu náttúruni kring Vág, og ikki minst um hugna.
Undanfarin ár hava útlendsk dansibandsorkestur spælt á Dansibandsfestivalinum, men Dansibandsfestivalurin 2021 verður burturav við føroyskum dansibandsorkestrum og tónleikarum.

Longu nú er greitt, at m.a. hesi fara á pall á Dansibandsfestivalinum í Vági í ár:

• Hans Jacob & vinmenn
• Sunrise
• Norrøna Dansband
• FourMen


Íroknað í prísinum er:
Fríggjakvøld: Syngið við kvøld og dansur fríggjakvøld.
Leygardag: Gongurtúrur við ferðaleiðara, Brunsj, Dansibandsgudstænasta, Grillkvøld, og dans.

Legg tilmerkis at tað er avmarka tal av vikuskiftispassum til Dansibandsfestivalin 2021.

 

Fyriskipari

Dansibandsfestivalur í Vági

Dennis Holm

dholm@olivant.fo

https://dansibandsfestivalur.fo